Oddfríður M. Rasmussen

Oddfríður M. Rasmussen

Oddfríður M. Rasmussen (f. 1969) er føroyskur rithøvundur og týðari, uppvaksin heima á Sandi. Fyrstu yrkingarnar stóðu í tíðarritinum Brá í 1992, síðani hevur hann givið fleiri yrkingasøvn út og er blaðstjóri á bókmentatíðarritinum Vensili saman við Arnbirni Ó. Dalsgarð. Oddfríður arbeiðir sum lærari. Hann hevur eisini skrivað fleiri søgur í Míni jólabók umframt fleiri tekstir í Vensili.

 

Útgávur:

2001 Marmorrósan í Mjørka í heilum
2008 Innantanna Anna og Túsundbeinið Súni
2014 Einaferð var tað ...

Heiður:

2000 Virðisløn M. A. Jacobsens fyri fagurbókmentir
2009 Virðisløn M. A. Jacobsen fyri mentanarlig avrik

 

Bøkur