Mín jólabók er full av stuttligum og hugnaligum jólasøgum. Tíggju høvundar og sjey teknarar eru við í bókini hesaferð.
Kennir tú Mariu
sjálvsagt gert tú tað,
hon er sett at eiga,
fyrsta jóladag
Hetta ørindið finnur tú í yrkingini Maria í Mattalág, sum orðasnillingurin Alexandur Kristiansen hevur týtt og Janus á Húsagarði so hegnisliga hevur teknað til.
Jólatíð er gleðistíð – í hvussu er sambært káta jólatrænum á permuni á Míni jólabók.
Í staðin fyri at lata hini dansa um seg er tað sjálvt farið at dansa.
Mín jólabók er full av stuttligum og hugnaligum jólasøgum. Allar søgurnar eru nýskrivaðar og vakurt myndprýddar.
Adventsøguna hevur Sámal Kristian Jacobsen skrivað og Herdis Jakobsen teknað.
Tíggju høvundar og sjey teknarar eru við í bókini hesaferð.
Jólabókin er eisini full av hugskotum um ymiskt, sum kann gerast til jóla, har er bæði at baka og binda, klippa og líma.
Uppgávur eru eisini í bókini m.a. krossorð og sudoku.
Mín jólabók er ein bók til alla familjuna, ein kalendarabók um tú vilt. Ein bók við hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur saman – børn og vaksin – í køldu, myrku tíðini upp undir jól.
Ella Smith Clementsen (1952-2022) var føroyskur rithøvundur. Fyrsta bók hennara var Jólavættrarnir og eg frá 1985. Ella hevur týtt ein hóp av barnabókum til føroyskt og skrivað søgur í Mina jólabók.
Útgávur:
1990 Mikkjal og Guðrun
1986 Mikkjal
1985 Jólavættrarnir og eg
Heiður:
Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs 1994