Mín jólabók 2014

Alexandur Kristensen, Valdemar á Løgmansbø, Halldóra Dam, Oddfríður M. Rasmussen, Rakel Helmsdal, In…
Mín jólabók 2014

Mín jólabók er ein kalendarabók til alla familjuna. Fittar søgur, yrkingar, tekningar og ítriv at stytta sær stundir í myrku, køldu tíðini upp undir jól.

Útgávuár
2014
Upprunamál
føroyskt
Evni
jól
Síðutal
110
Slag
innbundin
Aldursbólkur
ISBN
978-99972-0-108-9

Um høvundan

Alexandur Kristensen

Alexandur Kristiansen er føddur í 1949 og býr í Fuglafirði.
Hann er útbúgvin lærari og hevur verið virkin í Bókadeild Føroya Lærarafelags og verið ritstjóri á Míni jólabók í fleiri ár.
Sum rithøvundur er hann serliga kendur sum yrkjari, og millum børn er hann kendur fyri teir skemtiligu sangirnar, hann hevur yrkt.
Umframt at hava skrivað ein hóp í Mína jólabók hevur hann týtt ein hóp av barnabókum.
 
Útgávur:
2016 Trapputrinus
2012 Dávur, Dia og Dann
2004 Lokki Litaval
1992 Grísaflísa Pætur

Heiður:
1977 Virðisløn M. A. Jacobsen fyri fagurbókmentir
1983 Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs
2003 Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs
2016 Sømdargáva Landsins