Í savninum eru 14 stuttsøgur, ið 12 rithøvundar og ein kvøldskúlaflokkur á skriviskeiði hava skrivað. Søgurnar eru valdar út millum tær 42, sum komu inn, tá ið Listastevna Føroya 2001 skrivaði út stuttsøgukapping.
Í savninum eru 14 stuttsøgur, ið 12 rithøvundar og ein kvøldskúlaflokkur á skriviskeiði hava skrivað. Søgurnar eru valdar út millum tær 42, sum komu inn, tá ið Listastevna Føroya 2001 skrivaði út stuttsøgukapping.
Søgan, sum vann 1. virðisløn, ANGELS PLACE eftir Hanus Kamban, er prentað fremst í savninum, men annars er raðfylgjan tilvildarlig.
Søgurnar, og tey, ið skrivað hava, eru:
Niclas Rasmussen FYRI LÍV, EFTIR DEYÐA
Marjun Kjelnæs KÓPAKONA
Dagfinn Olsen OKTOBER Í KJALLARANUM
Oddvør Johansen GOTT ER AT VERA STERKUR MARIA og
TANN NÚTÍÐIN, VIT ELSKA AT SKRIVA UM
Elias Askham PLACEBO
Sólvør Patursson Niclasen GLERPÍPUSONATAN
Halldóra Dam HÚSINI
Rachel Helmsdal ANGI AV RIBES
Kvøldskúlaflokkur ÚT Í TÓMAN HEIM
Meinhard Jensen LOGIN Í HELLINUM UNDIR KAFFISTOVUNI
Heidi Laura Vágsá WWW.KÆRLEIKI.FO
Søgurnar eru ógvuliga fjølbroyttar, bæði í innihaldi og skrivingarlagi, og uttan at greiða frá innihaldinum kann nevnast, at umframt spennandi nútíðarsøgur eru í savninum bæði sience-fiction, ræðusøga og kjatt-søga, sum á sín hátt eisini siga nakað um Føroyar fyrst í 21. øld.
Fremst í bókini er stutt formæli, sum formaður í stjórn Listastevnu Føroya 2001, Helga Hjörvar, hevur skrivað. Aftast er prentað rithøvundayvirlit við stuttari umrøðu av rithøvundunum.
Marjun Syderbø Kjelnæs (f. 1974) er rithøvundur úr Havn. Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur master í føroyskum málið og bókmentum. Marjun er fjølbroyttur rithøvundur og hevur útgivið bøkur til børn og vaksin í fleiri ymiskum tekstasløgum.
Hon hevur vunnið stuttsøgukapping í Dimmalætting, fekk aðru virðisløn í stuttsøgukapping á Listustevnu Føroya í 2001 og fyrstu virðisløn fyri útvarpsleik á Listastevnu Føroya í 2002. Í 2015 vann hon skaldsøgukappingina hjá Bókhandlarafelagnum við bókini Óendaliga vera, sum Bókadeildin gav út árið eftir.
Í 2020 fekk hon Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs fyri ungdómsbókina Sum Rótskot. Fleiri av bókunum hjá Marjuni hava verið tilnevndar til at fáa Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.
Útgávur:
2001 Kópakona í Mjørki í heilum
2004 Ein farri av kolvetni
2007 Hvør fjalir seg í postkassanum?
2008 Hvør fjalir seg í ferðataskuni?
2009 Hvør fjalir seg í smúkkuskríninum?
2010 Skriva í sandin
Skriva í sandin í Elskar - elskar ikki
2016 Óendaliga vera
2020 Sum rótskot
Heiður:
2000 Fyrstu virðisløn frá Dimmalætting fyri Russiskur dansur
2001 Listastevna Føroya, 2. virðisløn
2002 Listastevna Føroya, 1. virðisløn
2008 Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs
2011 White Raven Deutsche Jugendbibliothek fyri Skriva í sandin
2015 Tann føroyska bókhandlaravirðislønin fyri besta skaldsøguhandrit
2020 Mentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri Sum rótskot