Sonja Schneider

    Sonja Schneider f. Sørensen er rithøvundur. Hon er fødd í Klaksvík 21.september 1957. Flutti til Havnar í 1973. Tók læraraprógv í 1983, starvaðist nøkur ár sum lærari, men fór síðan niður at útbúgva seg sum psykoterapeut.
    Hon hevur skrivað barna- og ungdómsbøkur, umframt arbeitt við sjónleiki.
    Hon vann fyrstu virðisløn fyri ungdómsbókina Suphaya í ungdómsbókakapping, sum Norðurlandahúsið skipaði fyri í 1989.

     

    Útgávur:

    1989 Suphaya
    1990 12 jólaleikir
    1990 Jólatræið í Míni jólabók
    1991 Í øðrum heimi
    1992 Sóleygað horvið
    1997 Leiðarljós
    2006 Heystsuita (saman við Olavi Schneider)
    2018 Stjørnuskotið í Míni Jólabók 2018
    2019 Mín jólabók

     

    Umrøða/ummæli:

    Bjørg Matras: Suphaya. Skúlablaðið 3/1990
    Turið Sigurðardóttir: Ung, álvarsom, á vegamóti. Brá nr. 15 1990
    Gunnvá Zachariassen: Suphaya. Skúlablaðið 3/1990.
    Turið Sigurðardóttir: Har veksur fagurt viðartræ. Brá nr. 18 1992
    Ólavur í Beiti: Leiðarljós - aftur eitt fjart suð. Dimmalætting/Viðskerin 31.05.1997
    Lydia Didriksen/Rógvi Nolsøe: Leiðarljós – ein ótrúliga spennandi bók. Føringurin 25. september 1997
    Sissal Kampmann: Børn læra at skyna á góðum og óndum. Viðskerin 27. September 1997
    Jógvan Isaksen: Í ævintýrheimi. Sosialurin 6. juni 1998

     

    Heiður:

    1989 1. Virðisløn fyri ungdómsskaldsøguna Suphaya. Norðulandahúsið í Føroyum

     


    Útgávur

Ein loysn frá Sendistovuni