Bókin snýr seg um illstøðu og ólag, sum kunnu gera, at jørðin verður týnd. Ótti er komin á fólk, sum ikki longur tora at fara eftir ælabogabrúnni yvir í Sólarlandið.
Bókin snýr seg um illstøðu og ólag, sum kunnu gera, at jørðin verður týnd. Ótti er komin á fólk, sum ikki longur tora at fara eftir ælabogabrúnni yvir í Sólarlandið, hagar tey plaga at fara at leita sær megi og vitan. Óndar verur hava brotið stór petti úr ælabogabrúnni.
Tvey børn eru útvald at fáa alt aftur í rættlag. Tey fara eina vandamikla ferð, men hava ljóðføri at verja seg við, og tá ið tey koma til Háborgina, taka tey upp avgerandi bardagan við illtýggini.