Miriel og Arvil eru rýmd úr ræðuligu fangaleguni í No Horak, har tey hava verið innistongd í eini fýra ár. Tá varð heimbygdin álopin og brend, og tey vaksnu vórðu dripin ella tikin fangar.
Miriel og Arvil eru rýmd úr ræðuligu fangaleguni í No Horak, har tey hava verið innistongd í eini fýra ár. Tá varð heimbygdin álopin og brend, og tey vaksnu vórðu dripin ella tikin fangar. Nú leita børnini eftir Nam Siliam, har tey vóna at finna skyldfólk á lívi. Á undurfullan hátt finna tey IShtvari, skálan í miðjum Kir Von fjallinum, har góð fólk eru um tey og hjálpa teimum at koma fyri seg aftur. Men tey gera av at fara upp í bardagan móti surpatunum, hermonnunum hjá tí valdsjúka einaræðisharranum Nimgor. Og Arvil noyðist eisini at stríðast sítt egna stríð móti hatrinum, sum fyllir hann…