Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    J. K. Rowling

    J. K. Rowling er fødd 31. juli 1965 og vaks upp í Chepstow.
    Hon las franskt og bókmentir á lærda háskúlanum í Exeter, flutti til London og arbeiddi hjá Amnesty International og fór síðan til Portugáls at undirvísa í enskum. Eftir hetta búsetti hon seg í Edinburgh.
    Hon fekk hugskotið til Harry Potter í einum toki millum Manchester og Kings Cross í London. Hon skundaði sær til hús og skrivaði hugskotini niður, og næstu fimm árini arbeiddi hon við at finna uppá søgur um Harry Potter.
    Handritið til fyrstu bókina Harry Potter og vitramannasteinurin varð liðugt í 1995 og varð sent til 12 forløg, sum øll takkaðu nei.
    Eitt ár seinni játtaði forlagið Bloomsbury at geva handritið út og tað var serliga tí, at átta ára gamla Alice Newton, ið var dóttir formannin á forlagnum, fekk fyrsta part av handritinum at lesa og beinanvegin bað um at sleppa at lesa meira.
    Tað, ið síðan hendi, er ein viðgangssøga. J. K. Rowling gjørdist kend um allan heim, bøkurnar um Harry Potter selja sum heitt breyð, filmar eru gjørdir, spøl og onnur vøra við Harry Potter vørumerki á verður selt um allan heim. Sjálv er hon ein av ríkastu kvinnum í heiminum, allar bøkurnar hava sligið met á sølulistum. Tann sætta bókin, Harry Potter og Hálvblóðsprinsurin seldi fleiri entøk í eitt døgn enn Da Vinci Code í eitt ár.
    Sjeynda bókin um Harry Potter kom út á enskum 21. juli í 2007, tað er eisini seinasta bókin um Harry.

     

    Útgávur:

    2000 Harry Potter og vitramannasteinurin
    2001 Harry Potter og kamarið við loynidómum
    2001 Harry Potter og fangin úr Azkaban
    2002 Harry Potter og eldbikarið
    2003 Harry Potter og Føniksfylkingin
    2005 Harry Potter og Hálvblóðsprinsurin
    2007 Harry Potter og arvalutir Deyðans
    2015 Harry Potter og vitramannasteinurin - myndprýdd
    2016 Harry Potter og vitramannasteinurin 2. upplag
             Harry Potter og kamarið við loynidómum - myndprýdd
    2017 Harry Potter og fangin í Azkaban - myndprýdd
             Undursom djór og har tey eru
    2018 Harry Potter og bannsetta barnið
    2019 Harry Potter og eldbikarið - myndprýdd

     

    Ummæli/umrøða:

    Um rithøvundan og bøkurnar:

    Marc Shapiro: J.K.Rowling The Wizard behind Harry Potter. 2000
    Kim Simonsen: Hví dámar so nógvum Harry Potter?. Sosialurin 17. november 2005

     

    H.P. og vitramannasteinurin

    Carl Johan Jensen: Gandur her og handan. Sosialurin 16. desember 2000
    Maria Nikolajeva: Hur man skapar en succé – Fenomenet Harry Potter. Opsis Kalopsis 1/2000
    Inger Hasselbaum: 532 sidor spänning och humor. Opsis kalopsis 2/2001
    Bergur Rasmussen: Tann rami gandur. Bragi nr. 1 2001
    Janus Neumann: Harry Potter og de vises sten. Bogbotten.dk 22. november 2015

     

    H.P. og kamarið við loynidómum
    Janus Neumann: Harry Potter og hemmelighedens kammer. Bogbotten.dk 29. november 2016

     

    H.P. og fangin í Azkaban
    Janus Neumann: Harry Potter og fangen fra Azkaban. Bogbotten.dk 6. februar 2018

     

    H. P. og føniksfylkingin

    Kirsten Kalleberg: Ujevn kvalitet. www.barnebokkritikk.no/13.nov.2003

     

    H.P. og Hálvblóðsprinsurin

    Damián Arguimbau: Virtuost og ubønhørligt. Weekendavisen 14. oktober 2005Mette Moe: Fullblodsfortelling om Halvblodsprins. www.barnebokkritikk.no/24.nov.2005

     

    H.P. og arvalutir Deyðans

    Gerd Elin Stava Sandve: Rowlings triumfferd. Dagsavisen 24. juli 2007
    Mette Moe: Magisk sluttspurt for Potter. www.barnebokkritikk.no/5.des.2007
    Kurt Hanssen: Kontroversielle Harry. Dagbladet 16.12. 2007
    Ingrid Bakke: Holder helt til siste side. Aftenposten 21. juli 2007
    Catharina Wandrup: Harry trygt i mål. Dagbladet 22.07.2007
    Leif Ehle: Harry Potter and the Deathly Hallows. NRK 23. juli 2007
    Martin Bull Gudmundsen: Harry Potter and the Deathly Hallows av J.K.Rowling. bokavisen.no/29. juli 2007

     

    Harry Potter og bannaða barnið
    Janus Neumann: Harry Potter og det forbandede barn. Bogbotten.dk 1. desember 2016

     

    Heiður:

    H. P. og vitramannasteinurin

    1997 The Nestlé Children´s Book Prize
    1998 Red House Children´s Book Award
    2000 Hawai State Nene Award

     

    H.P. og kamarið við loynidómum

    1998 The Nestlé Children´s Book Prize
    1999 Red House Children´s Book Award

     

    H.P. og fangin úr Azakaban

    1999 The Nestlé Children´s Book Prize
             Costa Books Award
    2000 Red House Children´s Book Award
    2005 BILBY Award

     

    H. P. og eldbikarið

    2001 Red House Children´s Book Award

     

    H.P. og Føniksfylkingin

    2004 BILBY Award

     

    H.P. og Hálvblóðsprinsurin

    2006 BILBY Award

     

    H.P. og arvalutir deyðans

    2008 BILBY Award

     

    Heimasíða:

    www.jkrowling.com
    http://www.faktalink.dk/titelliste/hapo

     

     


    Útgávur