Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Harry Potter og Føniksfylkingin

    J. K. Rowling

    Henda hugtakandi myndprýdda útgávan tvinnar saman listagávurnar hjá Jim Kay og Neil Packer og manar fram í sjón ymiskar støður og myndir av persónum – eitt nú Tonks, Lunu Lovegood og nógvum øðrum – meðan Føniksfylkingin er á varðhaldi og vekir yvir fimta árinum hjá Harry Potter í Hogwarts.

    Føniksfylkingin savnast í fedranna húsunum hjá Sirius Black, einaferð glæsilig stórmanshús, men nú forarmað og illa farin. Stóra stríðið nærkast, og sum Lord Voldemort gerst sterkari, troka hansara tankar seg inn í svøvnin hjá Harry Potter, hótta hann í dreymum – og avdúka eina tráseting eftir máttmikla gandinum, sum er fjaldur langt inni í Gandamálaráðnum ...

    Í einum ári fylt við loynidómum og lokabrøgdum, verður hvør smálutur í skúlalívinum rannsakaður av froskalíku Dolores Umbridge, Stórinkvisitori, ið Gandamálaráðið hevur sett at sneyta eftir Dumbledore og hansara víðagitna næmingi. Men dirvið veksur fram millum nakrar úrvaldar næmingar, ið gera av at seta á stovn Vápnið hjá Dumbledore til tess at spilla spælið hjá Umbridge professara og venja seg í gandaverju, so tey kunnu standa seg í bardaganum móti myrkursins maktum.

    • Útgávuár
    • Rithøvundar
    • Týðari
    • Upprunamál
    • Myndir
    • Evni
    • Síðutal
    • Slag
    • ISBN
    • 2022
    • J. K. Rowling
    • Bergur Rasmussen
    • Enskt
    • Jim Kay saman við Neil Packer
    • Gandur
    • 566
    • Innbundin
    • 978-99972-0-737-1