Bòkadeildin

Bókadeild Føroya Lærarafelags

Bókadeild Føroya Lærarafelags varð sett á stovn í 1956.

Bókadeildin er forlag, ið gevur út barna- og ungdómsbøkur. Harumframt geva vit út barnablaðið Strok og Skúlablaðið, sum er málgagn hjá Føroya Lærarafelag.

Vit geva umleið 80 bøkur út um árið. Vit hava eisini givið út e-bøkur, sum kunnu keypast á vitra.fo

Umframt at ritstjórna bøkurnar, vit sjálvi geva út, átekur forlagið sær av og á at ritstjórna bøkur hjá øðrum og standa fyri prenti. Tá ið vit hava átikið okkum uppgávuna, standa vit fyri øllum arbeiði, til bókin er liðugt prentað. Hetta verður sjálvandi gjørt í samstarvi við tann, ið ætlar at geva bókina út. Tað vil í flestu førum siga, at vit syrgja fyri uppseting, rættlestri, myndum og prenti.

 

Starvsfólk

Á Bókadeildini starvast fýra fólk:

Beskrivelse: http://bfl.fo/files/billeder/Bokadeildin/starvsfolk/3.jpg

Niels Jákup Thomsen

+298 617644
+298 235772
leiðari
nielsjakup@bfl.fo

 

Beskrivelse: http://bfl.fo/files/billeder/Bokadeildin/starvsfolk/5_2.jpg

Marna Jacobsen

+298 617643
+298 235774
ritstjóri
marna@bfl.fo

 

Beskrivelse: http://bfl.fo/files/billeder/Bokadeildin/starvsfolk/1_2.jpg

Turið Kjølbro

+298 617642
+298 235773
ritstjóri og blaðstjóri á Skúlablaðnum
turid@bfl.fo

 

Beskrivelse: http://bfl.fo/files/billeder/Bokadeildin/starvsfolk/8_2.jpg

Beinta Johannessen

+298 617645
+298 221150
marknaðarfólk og blaðstjóri á Strok og Bókaklubbanum
beinta@bfl.fo

 

 

Nevnd
At stjórna Bókadeildini velir Føroya Lærarafelag nevnd, sum aloftast eru skúlabókavørðar. Í nevndina sita: Solveig Debess, forkvinna, Niels Jákup Thomsen, skrivari, Jenny Lydersen, Oddmar Ravnsfjall, Anja Pálsdóttir og Paulina Andreassen.

 

Bókaklubbin

Í 1986 var Bókaklubbin settur á stovn, hann var í 1991 víðkaður við bókaklubbanum Ung. Endamálið var at geva fólki høvi at ogna sær bíligar bøkur og eisini at økja um søluna av bókum, av tí at tað fáa staðni í landinum vóru og enn eru bókhandlar. 

Í dag er klubbin býttur upp í fimm bólkar frá 0 ár og til ungdóm.
Bøkur koma út í hvørjum bólki fýra ferðir fyrra hálvár og fýra ferðir seinna hálvár.

Síðani 2006 hevur eisini borið til hjá klubbalimum at keypa bøkur beinleiðis á netinum við at fara inn á bokaklubbin.fo.
 

Mín jólabók
Hvørji jól, síðan forlagið varð sett á stovn, er Mín jólabók komin út.

Tær fyrstu jólabøkurnar høvdu bleytar permur, men síðan 2004 er jólabókin vorðin sum stór myndabók í litum við stívari permu. Innihaldsliga er hon broytt munandi við adventssøgu og ítrivi til børnini.

 

Krabbabøkur

Bókadeildin arbeiðir mangan í samstarvi við onnur um serligar útgávur. Til dømis geva við røðina við krabbabókum út saman við Námi.

 

Bókamessur

Bókadeildin tekur hvørt ár lut í altjóða bókamessu í Bologna og í Frankfurt am Main. Hetta verður gjørt fyri at kunna okkum um bókamarknaðin og fylgja við í rákinum innan barna- og ungdómsbøkur. Ein annar týðandi partur er at gera vart við okkum sum forlag og varpa ljós á okkara egnu rithøvundar og myndprýðarar.

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo