"Í morgin fari eg aftur at spæla við babba" fingið sera góða móttøku

Í gjár gav Bókadeildin nýggju myndabókina Í morgin fari eg aftur at spæla við babba út. Helena Kannuberg hevur skrivað, og Lena Nicolajsen hevur myndprýtt. Bókin er ein innilig og vónrík søga um at hava foreldur, sum gerast sjúk.

Í tí sambandi var bókaframløga í Reinsarínum, har Solveig Hanusardóttir Olsen prátaði við við rithøvund og myndprýðara um bókina, og Knút Háberg Eysturstein spældi nøkur løg.

Bókin er longu sera væl móttikin, og Team Rynkeby Føroyar Grunnurin stuðlar við at keypa 200 eintøk av bókini. Bøkurnar fara til familjur við børnum, sum eru avvarðandi hjá sjúklingum. Jancy Gaardlykke er dagligur leiðari í Krabbameinsfelagnum, sum umsitur Team Rynkeby Føroyar grunnin. Á myndini eru Helena Kannuberg, Jancy Gaardlykke og Lena Nicolajsen.

Onnur tíðindi