Skúlatiltøk á bókadøgum
Øll skúlatiltøkini á Bókadøgum eru í Norðurlandahúsinum fyrrapart fríggjadag 13. november.
Les meira om tiltøkini og melda til við at trýsta á leinkini niðanfyri.
Surr - Dánial Hoydal og Tóra Petersen (0.-1. flokkur)
Surr er ein vøkur søga um eina gentu, sum kennir seg øðrvísi og hevur ilt við at savna tankarnar í skúlanum og heima. Teir surra sum vespur. Men hon dugir at tekna sum ongin annar. Tá hon teknar, gerast vespurnar til firvaldar. Annika Øyrabø hevur myndprýtt bókina.
Dánial fer at lesa søguna, og Tóra Petersen, sálarfrøðingur og stjóri í Sernámi, fer at práta við Dánial um bókina. Hví surra tankarnir, og hví eri eg øðrvísi enn hini?
Heimalambið Nella - Betta á Dalinum (0.-1. flokkur)
Heimalambið Nella kemur í húsið hjá Bettu og Jóhann at vera. Nella fær eitt lítið stykki niðan fyri húsið at vera og eta gras, men tað gongur ikki so væl. Hon vil hvørki vera innibyrgd ella einsamøll. Hon berjist sum fyri lívinum fyri at sleppa út, rennur eftir hundum, óruddar í kjallaranum, órógvar á rættini, í hoyna og allastaðni, har hon er, og so er hon eisini so veðursjúk.
Tak flokkin við til spennandi rithøvundaprát. Heimalambið Nella er ein stuttlig søga, sum Betta á Dalinum hevur skrivað, og Jana Jonhardsdóttir hevur myndprýtt.
Handbók fyri superhetjur - Elias og Agnes Våhlund og Eyð B. Steinbjørnsdóttir (2.-4. flokkur)
Hitt parið, sum hevur gjørt søguna um Lisu, sum finnur eina bók um at gerast superhetja. Handbókin broytir hennara lív, og áðrenn hon veit av, berjist Lisa við skálkin Wolfgang fyri at bjarga býnum.
11 bøkur eru komnar í røðini, sum er ferðmikil, vøkur og spennandi.
Eyð B. Steinbjørnsdóttir, sum hevur týtt bøkurnar úr svenskum til føroyskt, fer at práta við Elias og Agnes um superhetjur, skálkar og at gera bøkur. Elias og Agnes tosa svenskt, men Eyð fer at hjálpa børnunum at skilja, tað sum verður sagt. Næmingar fáa høvi at seta spurningar.
Leyp nú, Eva! - Rakel Helmsdal og Silja Aldudóttir (4.-6. flokkur)
Hvør torir at renna oftast yvir um sporið, áðrenn tokið kemur? Tað er spælið, sum Eva og vinfólkini spæla tann dagin, tá tað næstan endar galið. Ein loyndarfullur bjargingarmaður bjargar Evu frá tí vissa deyða. Men hvør er hann, og hví er hann so ólukkuligur? Og hví uppførir vinkonan, Merian, seg knappliga so løgið? Hví vil hon ikki fortelja Evu, hvar hon býr? Eva og vinfólk hennara sleppa at spæla við í einum ordiligum sjónleiki, og tað er sum ein dreymur – men skjótt hópa loyndarmálini í Seraphia Teatri seg upp.
Leyp nú, Eva! er ein spennandi søga um loyndarmál og gátur, syrgiligar lagnur og lívsjáttandi dirvi.
Tak flokkin við til spennandi rithøvundaprát við Rakel Helmsdal. Rithøvundurin greiðir frá í samrøðu við Silju Aldudóttir, ritstjóra og rithøvund, og næmingar fáa høvi at seta henni spurningar.
Snjómánafólkið - Ingun Christensen og Eyð Matras (7.-10. flokkur)
Snjómánafólkið er nýtt ungdómstríverk eftir Ingun Christensen. Fantasy-røðin gongur fyri seg í jarnøldini. Fyrsta bókin Rúnaspá kom í 2025, og nú kemur onnur bók Friðleys.
Í samrøðu við Eyð Matras fer Ingun at greiða frá bókunum, hugleiða um at skapa út frá hugflognum og lesa upp. Høvi verður at seta Ingun spurningar.
Í einari hvørvisjón sær 14 ára gamla Saga eina skjaldmoyggj við svørði og skjøldri. Saga hevur bara hitt hana eina ferð áður, men hon veit, at tær eru bundnar av blóði. Thyra Silfralitta doyði í tí stóra suðurlandskrígnum, og Saga lovar henni at føra beinagrindina heim aftur til Norðurlandið. Karis rúnulesari spáar, at ferðin verður vandamikil, og ræður Sagu til ikki at avdúka fyri nøkrum, hvør hon veruliga er.
-
10.11.2026Útgávutiltak – Nivinaja og Friðleys
-
20.10.2026Bókaklubbadagur við Streymin
-
05.10.2026Nýggj barnabókavirðisløn: Barnabókavirðisløn Føroya Lærarafelags
-
05.10.2026Rithøvundavitjanir kunngjørdar
-
04.10.2026Skúlatiltak: Snjómánafólkið - Ingun Christensen og Eyð Matras
-
04.10.202670 ára hátíðarhald hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags




