Bókaklubbadagur við Streymin

20.10.2026
Bókaklubbadagur verður á Sunda bókasavni 31. oktober kl. 13-15! Dagurin er pakkaður við søguløtum, stuttligum gestum, tónleiki, bókapráti og góðum bókatilboðum. Eisini er kreativ verkstova við halloween-pynti, og kaffi/te/saft og okkurt gott afturvið er at fáa.

Kom og hoyr um Bókaklubban - Vilt tú verða limur og fáa eina bók í postkassan sjey ferðir um árið?

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin!

 

SKRÁIN:

  • Søguløta - Bjarta bustar tenn + Bjarta verður stórasystir. Rithøvundurin Silja Aldudóttir lesur
  • Børn viðmæla bøkur - Eyðbjørg og Lea ganga í 3. og 2. flokki og eru garvaðir lesarar
  • Tónleikur: Filip úr Hoydølum spælir
  • Søguløta - Surr
  • Hundamaður vitjar - tak eina mynd saman við Hundamanni!
  • Hoyr um Bókaklubban - Fá eina bók í postkassan sjey ferðir um árið. Vilt tú verða limur?
  • Søguløta - Gruffalo-omman

 

Allatíðina:

  • Góð bókatilboð
  • Halloween-ítriv
  • Donuts og kaffi/te
  • Gerst limur í Bókaklubbanum og fá fyrstu bókina beinanvegin
  • Fá ein ókeypis ryggsekk ella húgvu frá LÍV, sum stuðlar tiltakinum