Rithøvundavitjanir kunngjørdar

05.10.2026
Á 70 ára hátíðarhaldi á Finsen í dag 5. oktober varð kunngjørt, hvørjir 10 skúlaflokkar eru so hepnir at vinna eina føðingardagsgávu frá Føroya Lærarafelag og fáa eina ókeypis rithøvundavitjan.

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur 70 ár á baki í ár. Í hesum sambandi lutar Føroya Lærarafelag 10 rithøvundavitjanir út til skúlar. At hitta ein rithøvund kann geva næmingunum áhuga fyri bókum, kveikja lesigleðina og hvør veit, um vitjanin eisini kann vekja fyrstu spírarnar hjá einum komandi rithøvundi.

Tíggju rithøvundar eru tøkir til skúlavitjanir, og teir fara at vitja ein skúlaflokk hvør. Niðanfyri er yvirlit yvir hvørjir rithøvundar talan er um, og hvørjar skúlar, teir fara at vitja. 

  • ·         Betta á Dalinum fer at vitja 2. flokk í Skúlanum á Skúlatrøð
  • ·         Oddfríður Marni Rasmssen fer at vitja 2. flokk í Skúlanum í Eysturkommunu
  • ·         Dánial Hoydal fer at vitja 2. flokk í Vágs skúla
  • ·         Urd Johannesen fer at vitja Húsa/Syðradals skúla
  • ·         Elin á Rógvi fer at vitja 5.-7. flokk í Kvívíkar skúla
  • ·         Silja Aldudóttir fer at vitja skúlabókasavnið í Skúlanum á Argjahamri
  • ·         Rakel Helmsdal fer at vitja 5. flokk í Viðareiðis skúla
  • ·         Ingun Christensen fer at vitja 3. flokk í Stranda skúla
  • ·         Elin Michelsen fer at vitja føroyskt sum annaðmál-flokkin á Miðnámi á Kambsdali
  •        Marjun Syderbø Kjelnæs fer at vitja 8. a og b. í Hoyvíkar skúla

Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Lærarafelag takka fyri áhugan og vóna, at rithøvundavitjanirnar kveikja lesigleði.