M.A. Jacobsens virðisløn fyri barnamentan 2026 latin Urd Johannesen fyri bókina Ferðin til Kongurvág

01.10.2026
Virðislønir M.A. Jacobsens fyri 2026 vóru handaðar í Auluni í Finsen í dag. Urd Johannesen fekk M.A. Jacobsens virðisløn fyri barnamentan 2026 fyri bókina Ferðin til Kongurvág. Elsa Berg, borgarstjóri handaði virðislønina. Bókadeildin ynskir Urd hjartaliga til lukku við heiðrinum.

Grundgevingin frá dómsnevndini ljóðar soleiðis:

Ferðin til Kongurvág er ein spennandi og hugfangandi barnabók, sum tekur børn í álvara. Ólavur er upptikin av Minecraft og hevur ilt við at leggja spælið frá sær. Men í innganginum hóma vit eina frásøgn um ótta, dirvi og vinalag.

Í Minecraft hevur Ólavur tamarhald á støðuni. Har loysir hann uppgávur og stýrir sínum heimi. Men tá hann skal sova, kemur marran, og henni fær hann ikki tamarhald á. Andsøgnin millum talgilda heimin, har hann stýrir, og tann innara heimin, har hann kennir seg sleptan upp á fjall, er beinrakin.

Tá ein eiturkoppur byrjar at tosa, letur bókin dyrnar upp til ein hugflogsríkan heim. Saman fara teir á ferð, har Ólavur verður bjóðaður av og lærir at standa ímóti tí, sum ræðir hann. Kortini megna teir báðir at samskifta og skilja hvønn annan, og at enda gerast teir vinir.

Silja Eystberg hevur hegnisliga myndprýtt bókina við dramatiskum og litføgrum myndum, ið stuðla og geva søguni eina eyka dimensjón.

Ferðin til Kongurvág flættar Minecraft, hugflog og barnsins innara lív saman og lýsir vinalag tvørtur um ymiskleikar. Bókin vísir, hvussu dirvi ikki er óttaloysi, men førleikin at halda fram, hóast óttin er til staðar.

M.A. Jacobsens virðislønin fyri barnamentan er 75.000 krónur. 

 

Mynd: Tordis Vang Guttesen

 

 

Mynd: Tordis Vang Guttesen