Bukkarnir Brúsi í baðilandi eru aftur!

Tit kenna ævintýrið um bukkarnar Brúsa, sum skuldu í feitilendið fyri at eta seg tjúkkar og feitar. Í hesi stuttligu og klikkaðu útgávuni av ævintýrinum tíma teir tríggir bukkarnir ikki yvir um brúnna í feitilendið aftur. Tað er alt for keðiligt við hasum trøllinum.

Í ár fara teir í baðiland!

Populera bókin hevur verið útseld, men er nú uppafturprentað og at fáa í bókahandlunum. Søgan verður eisini til ein film, sum kemur seinni í ár! Brellbiti til filmin er HER.

Norsku Bjørn F. Rørsvik og Gry Moursund hava skrivað og teknað vælumtóktu og stuttligu myndabókarøðini um bukkarnar Brúsi. Hetta er klassiska ævintýrið um teir tríggjar bukkarnar Brúsa, sagt og teknað á ein klikkaðan og øðrvísi máta. Pauli Hansen týddi til føroyskt, og Bókadeildin gevur út. Fyrsta upplag kom út í 2014, og næsta upplag kom nú í 2023. Í røðini eru fýra bøkur, sum allar eru útgivnar í Føroyum:

 

Bukkarnir Brúsi fara at ferðast

Bukkarnir Brúsi fara í skúla (útseld)

Bukkarnir Brúsi koma aftur (útseld)

Bukkarnir Brúsi í Baðilandi

 
 

Onnur tíðindi

Ein loysn frá Sendistovuni