Bukkarnir Brúsi eru á veg niðan í feitilendið. Har síggja teir eitt nýtt skelti: Baðiland - 200 metrar, stendur á skeltinum.
- Kunnu vit ikki heldur fara har? spyr Miðlinga Brúsi. - Tað er so keðiligt uppi í feitilendinum.
- Please, sigur Minsti Brúsi.
- So noyðast vit ikki at ganga yvir um brúnna heldur. Tað er so keðiligt við hasum trøllinum.
Størsti Brúsi játtar, og bukkarnir Brúsi fara í Baðilandið. Men heldur tú, at teir sleppa undan trøllinum?
Ein stuttlig myndabók um bukkarnar Brúsi sagt og teknað á øðrvísi hátt.