Bókadagar eru í Norðurlandahúsinum 17. - 19. november 2023, og Bókadeildin skipar fyri spennandi skúlatiltøkum! Harafturat verður eisini ein søguløta fyri dagstovnar umframt fleiri almenn tiltøk í vikuskiftinum.
Les um tiltøkini niðanfyri:
Nær: fríggjadag 17. novembur kl. 09.00
Hvar: í høllini í Norðurlandahúsinum
Málbólkur: frá 4. flokki og upp til 1. s
Hvat ger mann, tá mann hevur verið hjá læknanum og fingið verðins ringastu tíðindi? Jú, Henrik bestemmar seg fyri at bjarga heiminum. Og hann hevur skund! Men hvussu bjargar mann umhvørvinum á jørðini? Henrik setir tað størsta og villasta bjargingarátakið nakrantíð í gongd.
Ein himmal fullur av skýggjum er ein stuttlig, spennandi og ferðmikil bók hjá kenda norska rithøvundinum Arne Svingen, sum viðger umhvørvisbroytingar, vinalag og sjúku.
Beinir Bergsson prátar við høvundin, og høvi verður at seta honum spurningar.
Hetta skúlatiltakið er upplagt til flokkar, sum hava arbeitt ella fara at arbeiða við bókini. Samrøðan verður á norskum.
Tilmelding: lærarar kunnu melda flokkin til við at skriva ein teldupost til johanna@bfl.fo . Viðmerk: flokk, skúla, lærara og hvussu nógvir næmingar koma.
Nær: fríggjadag 17. novembur kl. 11.00
Hvar: í Skálanum í Norðurlandahúsinum
Málbólkur: 5. - 7. flokkur
Toran gongur er ein spildurnýggj hjartanemandi søga, har ótrúlig ting, sum eingin kundi ímyndað sær, veruliga henda. Rakel Helmsdal hevur skrivað og myndprýtt bókina. Í samrøðu við Solveig Hanusardóttir Olsen fer Rakel at greiða frá bókini og lesa nøkur brot. Næmingar fáa eisini høvi at seta henni spurningar.
Um bókina:
Í einum stórum gomlum húsi búgva fýra húski. Øll í húsinum hava sár á sálini. Ein dagin bjóðar fjúrtan ára gamla Aurora øllum til døgurða, og tey taka eitt trilvandi fet inn í lívið hjá hvørjum øðrum. Um náttina gongur toran, so tað buldrar og brakar í húsinum. Tá tey vakna um morgunin, er Sirje horvin – gentan, sum ongastaðni fer einsamøll – og tey mugu øll hjálpast at, um tey skulu finna hana aftur.
Tilmelding: lærarar kunnu melda flokkin til við at skriva ein teldupost til johanna@bfl.fo . Viðmerk: flokk, skúla, lærara og hvussu nógvir næmingar koma.
Nær: fríggjadag 17. novembur kl. 10.30
Hvar: í Høllini í Norðurlandahúsinum
Málbólkur: 4. - 7. flokkur
Flytifuglar er ein spennandi krimi til børn og ein søga um at vera tilflytari. Søgan pyntar ikki upp á veruleikan.
Helena Lamhauge-Mortensen prátar við Elina, og næmingar fáa eisini høvi at seta henni spurningar.
Hetta skúlatiltakið er upplagt til 4.-7. flokkar, sum hava arbeitt ella fara at arbeiða við Flytifuglum.
Um bókina:
Hóast 11 ára gamla Mai hevur búð í Vestmanna í fleiri ár, er tað ringt at føla seg heima, tá eingin letur hana gloyma, at hon er øðrvísi. Tá ein drongur hvørvur sporleyst úr einum barnavogni, royna Mai og vinkonan Emma at finna hann. Dagarnir ganga, og leitanin tykist vónleys. Men knappliga stendur Mai við einum smábarni í ørmunum og má flýggja fyri lívinum, um hon skal bjarga sær sjálvari og barninum.
Tilmelding: lærarar kunnu melda flokkin til við at skriva ein teldupost til johanna@bfl.fo . Viðmerk: flokk, skúla, lærara og hvussu nógvir næmingar koma.
Nær: fríggjadag 17. novembur kl. 10.00
Hvar: í Norðurlandahúsinum
Málbólkur: Dagstovnar
Kom og hoyr søguna um motorsúkkluna. Har verður eisini ein ORDILIG motorsúkkla!
MOTORSÚKKLAN er nýggj, føroysk barnabók, sum Richard H. Johansen hevur skrivað, og Hans Niclasen hevur teknað myndirnar til. Richard og Hans arbeiða sum flogmekanikarar og elska at putla við maskinur. Teir koyra báðir motorsúkklu, og Hans eigur FLEIRI motorsúkklur – ein av teimum er ein BSA M20 líka sum í bókini.
Motorsúkklan snýr seg um smádreingirnar Bjørn og Ari, sum rokast í garasjuni hjá pápa Bjørn. Teir hava arbeitt upp á eina gamla motorsúkklu í allan vetur. Nú er hon liðug, og teir sleppa endiliga at starta motorin. Og tað er tað kulasta NAKRANTÍÐ! Men so skulu teir eta nátturða og mugu bíða til dagin eftir …
Men Bjørn og Ari klára ikki at bíða og sníkja seg út í garasjuna. Kom og hoyr, hvat so hendir!
Richard fer at lesa søguna, og Hans fer at vísa okkum sína motorsúkklu.
Tilmelding: Dagstovnar kunnu melda stovur til við at skriva ein teldupost til johanna@bfl.fo