Bárður Oskarsson er føddur í Tórshavn í 1972. Hann var blaðungur, tá ið hann byrjaði at tekna í Barnablaðnum. Fyrsta bókin, hann myndprýddi var tann hjá abbanum Oskari Hermannsson Undir tussafjøllum. Síðan 2004 hevur Bárður givið bøkur út, sum hann bæði hevur myndprýtt og skrivað sjálvur.
Hann hevur havt framsýningar í Keypmannahavn og Tórshavn.
Myndprýðingar:
1992 Undir tussafjøllum (Oskar Hermannsen)
2002 Margreta og mjólkin (Sigga Vang)
2003 Um svidnu Pussifelluna og øvuta kúvingin (Guðrun Gaard)
2004 Ein hundur, ein ketta og ein mús
2004 Um træskoytur og føðingardagsgávuna sum hvarv (Guðrun Gaard)
2005 Um gentur og tunnuflakar og ein ommuprikkutan kjóla (Guðrun Gaard)
2007 Pól, hin kuli giraffurin
Beinið
2008 Innantanna Anna og Túsundbeinið Súni (Oddfríður M. Rasmussen)
2011 Flata kaninin
2012 Stríðið um tað góða grasið
2014 Barnabíblia úr norðri
2016 Wilbert
2017 Træið
2020 Hilbert
Umrøða:
Marianne Luna Røndal: Bibel på børnenes præmisser. Kristeligt Dagblad 1. mars 2014
Ohrt, Zacho og Sigurðardóttir: Bárður Oskarsson. Lættleiki og líðing. Listasavn Føroya 2013
Heiður:
2005 White Raven of the International Children´s Digital Library fyri Ein hundur, ein ketta og ein mús
Grunnur Thorvald Poulsens av Steinum
2006 Barna- og ungdómsvirðisløn Útnorðurráðsins
Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs
2013 White Raven of the International Children´s Digital Library fyri Stríðið um tað góða grasið
2014 Í uppskoti til Norðurlendska barna- og ungdómsbókmentaprísin fyri Fløtu kaninina
Í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentaprís Útnorðurráðsins fyri Fløtu kaninina
2016 White Raven fyri Wilbert
Í uppskoti til Ibby-Pan priset fyri Ein hundur, ein ketta og ein mús
Í uppskoti til Norðurlendska barna- og ungdómsbókmentaprísin fyri Stríðið um tað góða grasið
2017 MGIP Book Award fyri Træið
The Golden Pear fyri Fløtu kaninina
2018 Norðurlendska barna- og ungdómsbókmenta prísin fyri Træið
Barna- og ungdómsbókmentaprís Útnorðurráðsins fyri Træið