Birgit Jacobsen

    Birgit Jacobsen er fødd í 1951 og vaks upp í skógríka økinum uttanvert Silkeborg í Miðjyllandi.

    Hon tók studentsprógv (málsligt) frá Th. Langs gymnasium í 1970, arbeiddi sum m.a. húshjálp í Zürich eitt ár, las etnografi eitt stutt skifti, síðani spanskt og norðurlendskt í Aarhus og Odense. Møtti manni sínum og flutti við honum til Vágs í 1974. Síðani hava tey búð í Fredericia, Hvalvík og á Nesi í Eysturoynni. Hevur síðan 1981 undirvíst í studentaskúlanum í Eysturoynni.

    Nú búgva tey í Gundadal í Havn, har tey trívast í egnum húsi, í góðum grannalagi og tætt við m.a. plantasjuna.
    Birgit heldur sambandið við móðurlandið, við tað at hon saman við elsta soninum eigur eini kolonihava-smáttu í Hirtshals. Hon hevur áhuga fyri øllum, sum fyriferst í náttúruni og dámar at ganga í fjøllunum við manninum, sum er góður fylgdarmaður.
    Birgit elskar eina góða søgu, tað veri seg sum tekst, film ella livandi frágreiðing. Hon er hugtikin av veving, serliga myndaveving, og er sjálv amatørvevari.

     

    Útgáva:

    2014 Viðarlundir í Føroyum/Plantations in the Faroe Islands

     

    Umrøða:

    Samrøða við Birgit Jacobsen í kringvarpi Føroya, 5. juni 2014

     


    Útgávur

Ein loysn frá Sendistovuni