Ingun Christensen er føroyskur rithøvundur, fødd í 1968 og uppvaksin í Hósvík í einum tveymálsligum heimi við føroyskari mammu og donskum pápa.
Ingun búði eini 7-8 ár í Danmark, har hon tók útbúgving sum korrespondentur í enskum/týskum og BA/ED í enskum.
Hon hevur arbeitt innan ferðavinnuna, men hesi mongu seinastu árini hevur hon arbeitt sum korrespondentur, skrivari og týðari.
Áhugin at skriva hevur altíð verið har og sæst aftur í slag av útbúgving og arbeiði, sum fevnir um nógv skrivligt arbeiði, hóast tað er meira innan tað fakliga.
Sum barn/ung dámdi henni sera væl at skriva, gjørdi sína fyrstu yrking sum tólv ára gomul og setti lag til. Hesi seinastu árini er hon so av álvara farin í gongd við at skriva og dámar ótrúliga væl at sameina hugflog og orðaspæl í kreativari skriving. Fyrstu ferð hon fekk nakað á prent var í kvinnu í 2009, har hon skrivaði yrkingina Trælabundin.
Bókmentir hava altíð havt ein stóran leiklut frá barni av, og hon hevur altíð lisið nógv. Tá ið tað kemur til barnabókmentir eru yndishøvundarnir m.a. Astrid Lindgren, H.C. Andersen, Brøðurnir Grimms, Thorbjørn Egner og Mark Twain.
Ingun býr í Hósvík og eigur ein son.
Útgávur:
2022 Sólgrátur
2020 Jólamaðurin og Klokkulina í Míni jólabók
2019 Marin fær ein lítlabeiggja
Húsfrúgvin í Húsavík
Løgmansdóttirin á Steig
Mín jólabók
2018 Katrin í Toftum
Marin og Hjartavætturin
Eingin tíð í Míni Jólabók 2018
2017 Tuflurnar og silvurlittu skógvarnar í Míni jólabók
2017 Annika í Dímun
2016 Skeggjasíði í Míni Jólabók
2015 Rani - Vár og vónir
Sparijól í Míni jólabók
Skuggamyndir
2014 Rani - ein nýggj byrjan
Ein lítil dukka í reyðum morgunskóm í Míni jólabók
2013 Eiturkoppaprinsessan
Jóladunnan í Míni jólabók
2010 Garðvættrarnir gera uppreistur
Ummæli:
Vár í Ólavsstovu: Skuggamyndir. Skúlablaðið nr 1/2016
Sólfinn Hansen: Skuggamyndir. Varðin bd. 84, nr 2 2017
Rune Bengtsson: Skuggbilder - en anmälen. www.samfundet-sverige-faroerna.se 19. okt. 2018
Bo Bjelvehammer: Resans formler och innehåll. Magasin Opulens 22. februar 2019
Klára Anna Josefsdóttir Abrahamsen: Marin og hjartavætturin. Píka7, nr. 1, februar 2019
Olivia Reinert Joensen, 13 ár, ummælir Sólgrát. STROK. nr. 4, mai 2022
Umrøða:
Silja Aldudóttir: Annika í Dímun - ein sagnarkvinna sleppur til orðanna. Skúlablaðið 6/2017
Samrøða við Ingun Christensen um Sólgrát í KVF, 2. mai 2022
Heimasíða: