Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Garðvættrarnir gera uppreistur

    Ingun Christensen

    Ein spildurnýggj jólasøga, sum børnum fara at dáma.

    ”Uff, puff, eg eri so gorhungraður, at eg kundi etið tríggjar fullar grýtur av rísgreyti,” tutlaði Hjalsvætturin og gníggjaði sær um búkin. ”Áh, búkurin. Hví hevur bóndakonan givið mær eina skál við turrum breyði og vatni hesar tríggjar morgnarnar? Uff, eg hati turt breyð og vatn.”


    Einki er sum tað plagar at vera á garðinum, har garðvættrarnir Hjalsvætturin, Fjósvætturin, Loftsvætturin, Luftvætturin og Lítlivættur búgva. Arbeiðskonan Minna hevur tikið yvir í køkinum, tí bóndakonan liggur sjúk í songini, og tí eru garðvættrarnir gloymdir …

    Og tí finna teir seg ikki í!
     

    Við bókini fylgir fløga, har søgan er lisin inn, og sangirnir sungnir. Søguna lesur Elin á Rógvi, sjónleikari, og sangirnar syngja børn úr Eysturskúlanum í Havn undir leiðslu av Joannu Johansen og Paula Hansen, ið bæði eru lærarar og tónleikarar. Høvundurin Ingun Christensen hevur gjørt løgini, og Pauli Hansen hevur skrivað nótar og besifringar.
     

    • Útgávuár
    • Rithøvundar
    • Týðari
    • Upprunamál
    • Myndir
    • Evni
    • Síðutal
    • Slag
    • ISBN
    • 2010
    • Ingun Christensen
    • føroyskt
    • Allan Korsager Davidsen
    • jól
    • 66
    • innbundin við fløgu
    • 978-99918-1-811-5
Ein loysn frá Sendistovuni