Ebba Hentze

    1930 - 2015

    Ebba Hentze var rithøvundur og týðari.
    Hon er fødd heima á Sandi, vaks upp á Tvøroyri og búði fyrst í Keypmannahavn og síðan í Tórshavn.
    Hon var íðin og góður týðari og hevur lagt mongum rithøvunda lag á.

     

    Útgávur:

    1981 Antonia og Morgunstjørnan
    1987 Mia, skúlagenta í Havn
    1992 Gulleygað
    2016 Dagbókabløð í Vencili 17/2016
    2017 Trappan hjá Robertson. Vencil nr 18/2017

     

    Ummæli/umrøða:

    Malan Simonsen: Tað ræður um at hava sálina við. Brá nr. 2 1982
    Bjørg Matras Jensen: Mamman eigur meg. Skúlablaðið 1/1984
    Turið Sigurðardóttir. Mamman eigur meg. Brá 6/1984
    Dagny Joensen: Hevur gjørt okkum kend í útheiminum. Sosialurin 5. september 1992
    Dansk kvindebiografiskt Leksikon á www.kvinfo.dk
    Martin Næs: Gulleygað í Hvør eigur flaggknappin? 1995
    Martin Næs: Mamman eigur meg í Hvør eigur flaggknappin? 1995
    Jógvan Isaksen: Gulleygað í Var Kafka klaksvíkingur? 1996
    Jógvan Isaksen: Mia, skúlagenta í Havn í Var Kafka klaksvíkingur? 1996
    Birgir Kruse: Ebba Hentze er deyð 84 ára gomul. birkblogg.blogspot.com

     

    Heiður:

    1984 Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs
    1992 Drassows Legat
    2002 Lachmannska Priset
    2006 Virðisløn M. A. Jacobsen fyri mentanarlig avrik
    2008 Mentanarvirðisløn Landsins
    2013 Sømdargáva Landsins

     

     


    Útgávur

Ein loysn frá Sendistovuni