Ein søga úr gerandisdegnum.
Ein søga úr gerandisdegnum, sum sigur frá um eini eldri hjún í Havn. Konan roynir at hjúkla um ein vesaligan fress, ein útiløgukatt, sum hon hevur funnið, einaferð hon hevur spákað í býnum. Men skroypiliga álitið, sum er bygt upp millum hana og fressin, verður sorað, tá ið nakrir ótangar finna fragd í at pína og at enda gera av við fressin. Søgan er ein bók um vandalismu, við greiðum boðskapi um, at vit eiga ikki at góðtaka harðskap.