Sabine Lemire (f. 1975) er útbúgvin frá Danmarks Designskole og Ècole supérieure des arts appliqués Duperré í Paris i 2000. Hon gav sína fyrstu bók út í 2009, og síðan hevur hon givið eina kreativa bók fyri og aðra eftir út. Hon gav fyrstu bókina um Miru út í 2017.
Sabine Lemire býr í Keypmannahavn við sínum børnum, og tá hon ikki skrivar bøkur, arbeiðir hon sum sniðgevi og hevur workshops í barnagørðum, skúlum og bókasøvnum.
Útgávur:
2021 Mira 1
Mira 2
2023 Mira 3
Mira 4
Umrøða:
Monica Finderup: Miras verden i hashtags og snapshots.
Heiður:
2018 Orla prisen
Ping prisen
2019 Orla prisen
Heimasíða: