Tað er stuttligt at vera í einum klubba. Serliga um hann ikki handlar um at mussast. Mira og vinirnir gera ein listaklubba, tí tey vilja nevnliga gera eina ordiliga listaframsýning. Men tá fitta systkinabarnið hjá Livu kemur, verður tað ógjørligt at hugsavna seg.
Samstundis er tað ringt hjá Miru at føla seg heima hjá pápa sínum. Hon heldur, at tey bæði eru øgiliga ymisk. Er hann veruliga pápi hennara?
Mira er ein teknirøð um at vera vinir, at hava eina mammu og ein pápa, sum ikki búgva saman og at verða forelskað fyri fyrstu ferð.