Camilla Hübbe er danskur rithøvundur, fødd í Keypmannahavn í 1963.
Hon er cand. mag í leiklistafrøði og eftir at hava tikið prógv, starvaðist hon í 15 ár í ymiskum sjónleikarhúsum. Síðan fór hon at starvast í sjónvarpi og var ein av høvuðsrithøvundunum á sjónvarpsrøðini Nynne, sum varð send í 2006.
Síðan fór hon at skriva síni egnu handrit, og fyrsta bókin Cirkus Saragossa kom út í 2007. Síðan hevur hon skriva fleiri barna- og ungdómsbøkur. Hon viðger serliga evni sum deyða, kærleika og okkara felags ábyrgd fyri framtíðini.
Útgáva:
2019 Norð