Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Norð

    Camilla Hübbe

    Forna norðurlendska gudalæran og gloymdar náttúruverur fáa lív, tá ið 14 ára gamla Norð fer at leita eftir mammuni, sum er horvin.

    Norð er ein frásøga, sum bæði er ein prentað útgáva og eitt teldutøkt spæl.

    Frásøgan handlar um veðurlagsavbjóðingar í framtíðini og ta felags norðurlendsku søguna, sum er bundin saman við mentan og máli.

    14 ára gamla Norð fer at leita eftir mammuni, sum er horvin. Á vegnum hittir hon tríggjar lívsklókar lagnugudinnur og íkornadreingin, Ratatosk, sum vísa henni veg niður í undirverðina Nivlheim. Her djúpt inni í kjarnuni á jørðini er tann óndi drekin Niðhøggur í ferð við at gnaga lívsins træ, Yggdrasil, sundur. So við og við fatar Norð, at jørðin er við at ganga undir, og at hon er tann einasta, sum kann bjarga henni.

     

    Undirvísingargongd

    • Útgávuár
    • Rithøvundar
    • Týðari
    • Upprunamál
    • Myndir
    • Evni
    • Síðutal
    • Slag
    • ISBN
    • 2019
    • Camilla Hübbe
    • Rannvá Næs Hoydal
    • danskt
    • Rasmus Meisler
    • norrøna gudalæran, veðurlagsbroytingar
    • 191
    • Heft
    • 978-99972-0-533-9
Ein loysn frá Sendistovuni