Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Hans Kirk

    1898-1962

    Hans Kirk var dandskur rithøvundur. Ættin stavaði frá Harboøreleiðini í Vesturjútlandi.
    Eftir at hava tikið løgfrøðisligt embætisprógv og hevði starvast eini tvey ár, fór hann undir at skriva. Fyrsta bókin var Fiskerne (1928).
    Longu í tríatiárunum gjørdist eitt av størstu nøvnunum í donskum bókmentum. Hann fekst eisini nógv við blaðskriving
    Hans Kirk var kommunistur og tað sæst aftur í bókum og blaðskriving hansara. Hann var handtikin av donsku myndugleikunum í 1941 og sat fongslaður til 29. august 1943.
    Á føroyskum eru tvær av skaldsøgum hansara: Útróðrarmenninir kom í 1973 og Bønarmenninir í 1984.

     

    Útgávur:

    1983 Patriciari og plebejari í Firvaldsfikkuni Fríggjararnir
    1989 Barnadópurin í Míni jólabók

     

    Ummæli/umrøða:

    Edvard T. Jónsson: Myndugleikatrúgv og humanisma. Varðin bd. 55/hefti 3/4 1988
    Jógvan Isaksen: Stríðsmaður og mannavinur 1. Viðskerin nr. 16
    Jógvan Isaksen: Stríðsmaður og mannavinur 2 . Viðskerin nr. 21

     


    Útgávur