1874-1942
L. M. Montgomery var kanadiskur rithøvundur og er serliga kend av bókini Anna á Grønafløtti.
Hon var fødd í New London í Kanada, hon var lítil, tá ið mamman doyði og vaks tí upp hjá ommu og abba sínum. Hon byrjaði tíðliga at skriva dagbók. Tá ið hon var 10 ár, fann hon útav, at hon dugdi at skriva yrkingar.
Hon gekk á Dalhouse University í Halifax og las enskar bókmentir. Síðan arbeiddi hon sum lærari og helt fram at skriva. Í 1908 kom fyrsta bókin út, sum var Anna á Grønafløtti. Hildið verður at hon byggir á hennara egnu søgu.
Útgáva:
2016 Anna á Grønafløtti
Umrøða:
Samantha Ellis: Ten Things Anne of Greengables taught me. The Guardian 19. mai 2017
J. Courtney Sullivan: Anne of Green Gables: Patron Saint of Girls who ask too many questions. Literary Hub 28. november 2017
Emily Wenstrom: Let´s talk about Anne of Greengables and her attention deficit Disorder. Bookriot 31. januar 2018