Napoleon Smith er føddur 01.10.1987 í Tórshavn og er lærari í fronskum og týskum.

Í lestrartíðini (2008-2015) búði hann ávikavist í Frankaríki og Týsklandi, har ið hann las málfrøði, týskt og didaktikk í fronskum. Tó at Napoleon hvørki hevur ikki gingið á listaskúla ella arbeitt burturav sum listamaður, so hevur tekning, men eisini aðrar listagreinar, altíð verið partur av frítíðarlívinum.

Frá 7 ára aldri og uppeftir myndprýddi hann sunnudagsskúlasøgur, teknaði til teknikappingar, og seinni gekk hann pápa sínum (Eli Smith) til handa í ymiskum listprýðingum og listaligum verkætlanum. Í bíðirúmum, á skúlabonki og til fundir var tekni- og skriviheftið ein av hansara bestu vinum.

Napoleon týddi Veiða vind eftir Rakel Helmsdal til franskt í 2011. Tað er tó ikki útgivið. Fyrsta myndprýðingaruppgáva fyri Bókadeildina er Haruungin Nelus.

 

 

Útgáva:

Haruungin Nelus (Jógvan Edmund á Geilini)

 

Ummæli:

Poulina Slættanes: Hendinga fittlig søga um haruhvølp í Svíni

 

Napoleon Smith

 

Haruungin Nelus

Ovast uppi undir Malarbrúnni í Svínoy b...

Ovast uppi undir Malarbrúnni í Svínoy býr ein haruungi, sum eitur Nelus.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo