Elin Petursdóttir Andreasen

Elin Petursdóttir Andreasen er føroyskt myndlistafólk, sum býr í Keypmannahavn. Hon er fødd í 1964, er uppvaksin í Grønlandi og hevur búð í Danmark síðan 1986. Í 1994 tók hon prógv sum innanduraarkitektur á Danmarks Designskole og hevur eisini gingið á Akademiet for Tegning og Design.
Hon hevur verið við á fleiri framsýningum á Listasavni Føroya, og hevur havt seperatframsýningar og felags framsýningar í Keypmannahavn, Tórshavn, Slagelse, Korsør og Skælskør.
Hon er umboðað á gallarínum Art for Future í Keypmannahavn.

 

Myndprýðing:

2016 Stjørnan (Heine Hestoy)

 


Útgávur