Loyndarmálið í Venezia - 1

Loyndarmálið í Venezia er fyrsta bók í røðini Listdetektivarnir. Higartil eru 14 bøkur í røðini komnar út á norskum. Tær eru eitt bland av spenningi, ævintýri ferðafrásøgn og faktabók.
 

Rithøvundur: Bjørn Sortland

Týðari: Hjørdis Heindriksdóttir

Myndir: Trond Bredesen

Útgávuár: 2012

Upprunamál: norskt

Evni: krimi, lættlesibók, krabbabók

Síðutal: 128

Slag: heft

ISBN: 978-99918-1-988-3




Høvuðspersónur í røðini er norski drongurin Dávur, sum í fyrstu bókini fer við familju sínari at ferðast til Venezia.
Á hotellinum hitta tey eini løgin, gomul hjún, sum Dávur fer at forvitnast eftir. Hann fer aftaná teimum inn í barrina hjá Harry, og har hoyrir hann, at tey tosa um málningin Svimjigenturnar á strondini hjá Picasso.
 

Útgávan er ein krabbaútgáva


Aftur