Vaktari vísdómsins 2

Josefine Ottesen

Onnur bókin í røðini Grønavatn

Píl rætti Bukari hondina, og tey fóru øll trý aftur til gongu, leiðandi.
 Brádliga hoyrdu tey Ulmus rópa. Tey tóku nú til beins tann vegin, rópið hoyrdist, og í somu løtu, sum tey komu fram, sóu tey, at tey vóru lokkað í eina fellu.

 

Tá ið Vaktari vísdómsins er deyður, og ein nýggjur Vaktari skal tilnevnast, verður ruðuleiki í lítla staðnum við Grønavatn. Tær fýra ættirnar, træleyparar, stjørnusavnarar, kubbar og heygsfólk vilja hvør í sínum lagi sleppa at ráða yvir Grønavatni. Men fyri at nýggjur vaktari skal tilnevnast skal Svørð vísdómsins vinnast, og tað er í Íshellinum í Grumpfentahl, sum er langt av leið. Hetta er ein vandamikil ferð, og hvør klárar at vinna svørðið?

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2009
  • Josefine Ottesen
  • Karl. N. Hansen
  • danskt
  • Emil Landgren
  • fantasy
  • 162
  • innbundin
  • 978-99918-1-702-6