Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Flytifuglar

    Elin á Rógvi

    Eitt mist heim.

    Eitt rænt barn.

    Og ein pistól ímóti høvdinum …

     

    Hóast 11 ára gamla Mai hevur búð í Vestmanna í fleiri ár, er tað ringt at føla seg heima, tá eingin letur hana gloyma, at hon er øðrvísi. Tá ein drongur hvørvur sporleyst úr einum barnavogni, royna Mai og vinkonan Emma at finna hann. Dagarnir ganga, og leitanin tykist vónleys. Men knappliga stendur Mai við einum smábarni í ørmunum og má flýggja fyri lívinum, um hon skal bjarga sær sjálvari og barninum.

     

    Flytifuglar er ein spennandi krimi, og ein søga um at vera tilflytari, sum ikki pyntar upp á veruleikan.

    • Útgávuár
    • Rithøvundar
    • Týðari
    • Upprunamál
    • Myndir
    • Evni
    • Síðutal
    • Slag
    • ISBN
    • August 2023
    • Elin á Rógvi
    • Føroyskt
    • Høgni Egholm hevur gjørt permu og vignettir
    • Krimi
    • 132
    • Innbundin
    • 978-99972-0-886-6