Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Tíggju knívar í hjartað

    Nora Dåsnes

    Tóra er 12 ár og akkurát byrjað í sjeynda flokki. Komandi skúlaár ætlar hon at fáa kulan stíl og kanska blíva forelskað. Hon vil eisini gjarna byggja eina kula smáttu í skóginum við bestu vinkonunum hjá sær, Bao og Linneu.

    Men okkurt er hent í summarferiuni: Linnea hevur fingið sjeik og gongur knappliga bara upp í klæðir, vera á telefonini og tosa um forelskilsi. Bao, hinvegin, tímir yvirhøvur ikki at hoyra um dreingir, lipgloss ella nakað sum líkist! Tóra verður noydd at velja ímillum tær báðar vinkonurnar, samstundis sum hon byrjar at fáa nakrar kenslur, sum hon ongantíð hevur havt fyrr, tá hon møtir nýggju gentuni í flokkinum.

    Tíggju knívar í hjartað er ein grafisk skaldsøga, skrivað sum ein dagbók og er um allar tær truplu kenslurnar, sum koma í pubertetinum. Ein yndislig bók um vinalag, fyrsta forelskilsi og skifti millum barndóm og ungdóm.

    • Útgávuár
    • Rithøvundar
    • Týðari
    • Upprunamál
    • Myndir
    • Evni
    • Síðutal
    • Slag
    • ISBN
    • 2023
    • Nora Dåsnes
    • Julia Rutt Petersen
    • Norskt
    • Nora Dåsnes
    • Kærleiki, pubertetur
    • 256
    • Heft
    • 978-99972-0-857-6