Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Emil í Lønnibergi ger spildurnýggj skálkabrøgd - 2. partur

    Astrid Lindgren

    Hevur tú nakrantíð hoyrt um Emil í Lønnibergi, hann sum búði á garðinum Kattholti í Lønnibergs sókn í Smálandi? So-o ikki! Men tað skal eg siga tær, at í Lønnibergi var einki menniskja, sum ikki hevði hoyrt um kúllin hjá bónda - fólkunum á Kattholti, Emil, sum gjørdi fleiri skálka - brøgd enn dagar eru í árinum. Tá ið hann hevði gjørt okkurt skálkabragd, varð hann settur í træsmiðjuna, og har sat hann ofta og telgdi smáar træmenn. Tá ið henda bókin byrjar, hevði Emil 79 træmenn sitandi á hillini í træsmiðjuni, og tá ið bókin endar, eru teir vorðnir 125 í tali. Dugir tú at rokna út, hvussu nógv skálkabrøgd Emil hevur gjørt? Øll hesi skálkabrøgdini hoyrir tú ikki um í hesi bókini …

    Tú kanst byrja við at lesa um, tá ið Emil stoytti deiggj á pápa sín.

     

    Emil í Lønnibergi ger spildurnýggj skálkabrøgd er onnur bók av trimum í røðini:

    1. Emil í Lønnibergi
    2. Emil í Lønnibergi ger spildurnýggj skálkabrøgd
    3. Enn livir Emil í Lønnibergi
    • Útgávuár
    • Rithøvundar
    • Týðari
    • Upprunamál
    • Myndir
    • Evni
    • Síðutal
    • Slag
    • ISBN
    • 2022
    • Astrid Lindgren
    • Heini F. Petersen
    • Svenskt
    • Björn Berg
    • Skemt, skálkabrøgd, Emil
    • 130
    • Innbundin
    • 978-99972-0-734-0