Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Fuglatemjarin - Søgnin um eygnasteinin 2

    Karin Erlandsson

    Onnur bókin í røðini um Eygnasteinin.

    Við Perlufiskaranum førdi Karin Erlandsson okkum niður í havdýpið millum syngjandi perlur, gormkrabbar og rósuhávar.

    Í Fuglartemjaranum fær frásøgnin eitt sterkt og spennandi framhald.

    Í norðara havnarbýnum fyrireika tey seg til veturin. Miranda og Syrsa hava búsett seg í húsunum hjá Lydiu, og við sama fimi, sum Mirandi kavaði eftir perlum, klatrar hon nú høgt upp í smaragdkrúnurnar, har hon høggur við øks síni.

     

    Men veturin kemur tíðliga og við vetrinum óndar kreftir, sum skjótt hava tikið vald á býnum. Dagskaturnar bera seg øðrvísi at, og tær leypa á í flokki. Tá ið Iberis við tí hvíta hárinum kemur til býin, broytist tann vinaligi býurin og er ikki til at kenna aftur.

    • Útgávuár
    • Rithøvundar
    • Týðari
    • Upprunamál
    • Myndir
    • Evni
    • Síðutal
    • Slag
    • ISBN
    • 2021
    • Karin Erlandsson
    • Guðrið Rubeksen
    • svenskt
    • Sami Saramäki (perma)
    • 300
    • heft
    • 978-99972-0-675-6