Um Stinu, sum er ótrygg í skúlanum. Heima gongur væl at lesa, men í skúlanum fløkist alt.
Stina gongur í fjórða flokki. Hon ger altíð skúlating. Alt er í lagi, tá hon lesur hart heima, men í skúlanum fløkjast orðini, og alt verður so øgiliga trupult.
Pápin er í London, og mamman skilir ikki, hvat Stina upplivir í skúlanum, tí alt gongur so væl heima, men tíbetur eigur Stina eina vinkonu, sum eitur Tóna, og hon skilir Stinu.
Lilla krabbi