So normal og tó ikki

Hvussu er tað at liva sum ung við við álvarsligari sjúku? Birita Michelsen leiðir lesaran inn í sítt lív og greiðir frá, hvussu tað er fyri hana at liva við autismu.

Rithøvundur: Birita Michelsen

Týðari:

Myndir: Herdis Solveig Tyrer

Útgávuár: 2016

Upprunamál: føroyskt

Evni: autisma, sjálvsævisøga

Síðutal: 110

Slag: heft við klaffum

ISBN: 978-99972-0-277-2




Bókin kann gott bólkast sum sjálvævisøga. Hon er um at vaksa upp við autismu og um tær avbjóðingar, sum tað hevur við sær. Birita fór undir at skriva um sítt lív, tí at Lennart Pedersen, ið er leiðari á Dancenter for autisme, mælti henni til at gera tað.

Bókin gevur lesaranum eitt ótrúligt innlit í lívið hjá einum, sum ber hetta brekið.

Birita hevur skift bústað mangar ferðir, tað tykist onkursvegna at vera sum ein mynd av trupulleikanum at finna rúmd fyri einum menniskja sum Biritu.

Bókin er tó ikki bara um tey truplu viðurskiftinum av at hava autismu, men er full av sólskinssøgum og smáum, positivum hendingum, sum hava so nógv at týða fyri okkum øll.


Aftur