• Hvat gjørdi tjóvurin Lasse-Maja skeivt, soleiðis at hann varð tikin?
• Hvussu hjálptu 12 gløgg børn løgregluni at fanga ein brotsmann?
• Hví varð málið um at selja Eiffeltornið aldri meldað?
Í hesi bókini eru 21 spennandi detektivsøgur. Allar eru frá veruleikanum, men tær verða fortaldar sum gátur. Loysnirnar til gáturnar finnur tú í tekstinum ella á myndunum. Les, hygg og lurta. Góða eydnu!
Bókin er ein bláur krabbi og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.