Heystsuita

Forkunnug og sera snotulig fotobók. Heystsuita er ein bók við fotomyndum um slakt í Føroyum, frá rakstri til rullupylsu.

Rithøvundur: Olav Schneider

Týðari:

Myndir: Olav Schneider

Útgávuár: 2006

Upprunamál: føroyskt

Evni: foto, seyður

Síðutal: 135

Slag: innbundin

ISBN: 99918-1-519-8




Forkunnug og sera snotulig fotobók. Heystsuita er ein bók við fotomyndum um slakt í Føroyum, frá rakstri til rullupylsu. Hetta er fyrst og fremst ein søga í myndum við smáum tekstabrotum og yrkingum, sum fyri ein stóran part er søgd úr barnsins sjónarhorni: hvat síggja barnaeygu, hvussu taka tey lut í hesum serliga universi, og hvat gera tey saman við teimum vaksnu.
Í bókini er hópur av vøkrum huglagsmyndum, sum lýsa, hvussu henda siðbundna mentanin verður løgd niður í børnini og tey ungu, ið fara at taka við. Karmur um myndirnar eru tvær yrkingar. Bókin er býtt í brot: Av fjalli í bóndans garð, Teir svæva, Teir tumma, Teir opa og taka innanúr, Vambakonur, Í løtum, Seyðarhøvd og Tey gera rullupylsu. Aftast er samandráttur á donskum og enskum.
Olav Schneider arbeiðir við klassiskari fotodokumentasjón og hevur seinastu árini havt fleiri framsýningar. Yrkingarnar og tekstabrotini eru eftir Sonju Schneider. Hon hevur skrivað og týtt barna- og ungdómsbøkur.
Myndirnar eru tiknar á ymsum bóndagørðum í Kaldbak, Kaldbaksbotni og á Sundi.


Aftur