Haruungin Nelus

Ovast uppi undir Malarbrúnni í Svínoy býr ein haruungi, sum eitur Nelus.

Rithøvundur: Jógvan Edmund á Geilini

Týðari:

Myndir: Napoleon Smith

Útgávuár: 2018

Upprunamál: føroyskt

Evni:

Síðutal: 50

Slag: innbundin

ISBN: 978-99972-0-382-3




Haruungar dámar væl at spæla og leika í úti á bønum og í haganum.

Sama ger Nelus. Ein dagin á vetri finnur hann eina takplátu, sum er fokin til fjals í illveðrinum.

Nelus fer at skreiða á platuni, men knappliga endar hann í Geiláani og verður fastur í kavanum.

Tí betur koma tvey børn framvið og hjálpa honum, og hvussu tað spælir av, mást tú lesa í hesari fittu bókini.

Fremst er eitt kort av oyggjunum norðanfyri og aftast er savnað eitt sindur av fakta um haruna.

 

Poulina Slættanes: Hendinga fittliga søga um haruhvølp í Svíni.

 

Fakta um haruna

 


Aftur