Grund 2

Steinbjørn B. Jacobsen

Annar parturin av endurminningunum byrjar, tá ið hann fer upp á Tvøroyri at ganga í realskúla og endar tá ið Fólkafylkingin móti EEC verður stovnað.

Annar parturin av endurminningunum byrjar, tá ið hann fer upp á Tvøroyri at ganga í realskúla. Hann lýsir skúlalívið og ymiskt, ið hendi hesi árini á Tvøroyri. Í frítíðini er hann í feitilendi, úti og skjýtur fugl og eisini í Lítlu Dímun og fleygar lunda. So fer hann til skips; fyrst við Yvonnu, síðan undir Grønlandi við línu og snøri og seinni á sild. Síðan við íslendskum útróðrarbáti og trolara.
Við virðing og eymleika lýsir hann bygdamenn og skipsfelagar og skrivar livandi um lívið um borð á bæði danguni, útróðrarbátinum og trolaranum. Fyri lesara, ið ikki hevur upplivað slupplívið og bara hoyrt um línu- og snørisfiskiskapin undir Grønlandi og sildafiskiskapin við gørnum undir Føroyum, er hetta stak áhugaverdur lesnaður. Eisini lýsingin av útróðri í Íslandi og trolaralívið har, sum mangir føroyingar upplivdu í fimtiárunum.
Hann fer so til Danmarkar at lesa til lærara, og bókin endar, tá ið hann við konu og nýføðingi vendir aftur Føroya at starvast sum lærari.
  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2005
  • Steinbjørn B. Jacobsen
  • føroyskt
  • Grafik Studio
  • endurminning
  • 277
  • heft við klaffum
  • 99918-1-481-7