Eldurin í fjallinum

Franz Berliner

Sigur søguna um ein av máttmiklastu profetum í Gamla Testamenti, Elia, sum óræddur fanst at kongum ísraelsmanna, tá ið teir vendu sær frá Gudi.

Sigur søguna um ein av máttmiklastu profetum í Gamla Testamenti, Elia, sum óræddur fanst at kongum ísraelsmanna, tá ið teir vendu sær frá Gudi. Hetta vóru ófriðarligar tíðir við ógvisligum bardøgum, har blóðið fleyt í stríðum streymi. Ongin varð spardur, tá ið tað ráddi um at vinna sær vald, hevna ella gera enda á gudloysi.
Ein smádrongur fylgist við Elia og upplivir alt tað, Elia var fyri, t.d. tá ið hann sigraði á Baalsprofetum, sendi eld av himli at oyða hermenninar hjá Áhasja, kongi, fyri so at enda at verða tikin upp til himmals í eldvogni.
  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2000
  • Franz Berliner
  • Theodor Hansen
  • danskt
  • Roald Als
  • trúgv
  • 122
  • heft
  • 99918-1-222-9
Ein loysn frá Sendistovuni