Annika í Dímun

Nýskrivað søga, sum byggir á kendu søgnina um Anniku í Dímun, sum var søkt á Havnarvág í 16. øld.

Rithøvundur: Ingun Christensen

Týðari:

Myndir: Edward Fuglø

Útgávuár: 2017

Upprunamál: føroyskt

Evni: søgn, søga, kærleiki

Síðutal: 88

Slag: heft

ISBN: 978-99972-0-344-1




Annika verður ímóti sínum vilja gift við bóndanum í Dímun, hóast hon er trúlovað Sjúrði; bóndin doyr brádliga, og Annika verður løgd undir at hava beint fyri honum.

Søgan byrjar, tá Annika rennur fyri lívinum undan pápanum, sum hevur tapt hana í kortspæli til dímunarbóndan. Saman við gomlu Guðruni, sum hevur hildið hús hjá pápa Anniku, sýslumanninum, fer hon út í Dímun og verður matmóður har. Hóast hon verður gift við dímunarbóndanum, heldur hon á at hava samband við Sjúrð, sum í loyndum vitjar í oynna. Sonur bóndans, Tróndur, er tó alt annað enn fegin um Anniku, og hann roynir av øllum alvi at gera lívið trupult fyri hana.


Aftur