Snjósystirin

Maja Lunde

Ein jólasøga í 24 pørtum, sum fær tann gandakenda hýrin fram.

Ein kærkomin bók hjá teimum, sum eru góð við jólini.

Skjótt verður jólaaftan, sum eisini er føðingardagurin hjá Jóali. Tað plagar at vera besti dagur í árinum, men í ár er einki, sum tað plagar. Jóal og familjan syrgja stórusystrina, Juni, sum er deyð, og Jóal heldur, at jólini eru rætt og slætt avlýst.

Men ein dagin hittir Jóal ta lívsglaðu Hildigunn, sum fær hann at trúgva, at jólini kunnu koma kortini.

Men okkurt loyndarfult er við Hildigunn, hvat er tað, sum hon í grundini fjalir?

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2019
  • Maja Lunde
  • Jákup í Skemmuni
  • norskt
  • Lisa Aisato
  • jól, deyði
  • 192
  • innbundin
  • 978-99972-0-532-2