Malla ræður

Selma Lønning Aarø

Hví skal Malla altíð gera, sum tey vaksnu siga, og rudda og skunda sær og eta døgurða, tá hon heldur vil spæla?

Men soleiðis nýtist tað ikki at vera, so Malla og foreldrini býta um. Malla sleppur at vera tann vaksna, og foreldrini skulu vera børn.

Malla fær visakortið hjá mammuni við kodu og øllum.

Nú noyðast mamman og pápin at gera, sum Malla sigur, tí nú er tað hon, ið ræður!

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2017
  • Selma Lønning Aarø
  • Vagnur Streymoy
  • norskt
  • Tiril Valeur
  • 61
  • innbundin
  • 978-99972-0-290-1