Magnus Musikus vitjar symfoniorkestrið

Hallfríður Ólafsdóttir

Bók við fløgu, sum við orðum og tónum leiðir barnið inn í tónleikaheimin

Magnus Musikus er stak heppin, tá ið hann av tilvild villist inn í eina tónleikahøll, har symfoniorkestrið venur til eina framførslu. Magnus kennist við menniskjatónleikin frá reypinum hjá langabbanum, men nú sleppur hann endiliga sjálvur upp í part.

Við orðum og myndum leiðir henda stuttliga søgan lesaran inn í ta gandakendu tónleikaverðina. Ævintýrið hjá Magnusi vindur upp á seg, meðan lesarin hoyrir um tey ymisku ljóðførini, og hvussu tey ljóða.

 

Við bókini fylgir ein fløga, har Anfinn Heinesen lesur søguna, og íslendska symfoniorkestrið spælir verkini í bókini. Arina Bischoff syngur lagið hjá Magnusi Musikus. Umframt tað spælir Føroya Symfoniorkestur tónleikaverkið Ólav Riddaraós.

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2009
  • Hallfríður Ólafsdóttir
  • Tóra Tóroddsdóttir
  • íslendskt
  • Tórarinn Már Baldursson
  • tónleikur, ljóðføri
  • 42
  • innbundin við fløgu
  • 978-99918-1-703-3