Gangstaraomman

Hendan bókin hjá David Walliams fer heilt vist at fáa teg at flenna í kíki, og haraftrat fert tú ongatíð at hugsa um ommur, sum ú ehvur gjørt fyrr!

Rithøvundur: David Walliams

Týðari: Vagnur Streymoy

Myndir: Tony Ross

Útgávuár: 2019

Upprunamál: enskt

Evni:

Síðutal: 255

Slag: heft

ISBN: 978-99972-0-472-1




Ben gistir hjá ommu síni hvørt einasta fríggjakvøld, og hann heldur, at omman er nakað so keðilig. Hon vil bara spæla Scrabble, og allur maturin, sum hon ger, er við káli.

Eitt púra vanligt og keðiligt fríggjakvøld finnur Ben gimsteinar í einari køkudós hjá ommuni. Og tað er byrjanin upp á tað størsta, svakasta og mest ótrúliga ránið í heimssøguni. Tí omman er ikki hvør sum helst, hon er ein gangstaraomma.


Aftur